Arbeiði

R.T.S. ger øll arbeiði innan fyri jørð og kloakk, bæði byggibúning og lendisarbeiði. Vit arbeiða bæði sum heildar- og undirveitarar og hava m.a. gjørt: Havnarløg, Grótkast, Fótbóltsvallir, Útstykkingar, Grundstykkir, Eldraøki, Haraftrat hevur R.T.S. eisini maskinflutning. 

Søga

Entreprenørvirkið R.T.S. Contractors varð stovnað í 1997 av brøðrunum Svend og Andrias Lamhauge. Í byrjanini vóru vit bert tveir og arbeiddu í nærumhvørvinum.

Virkið hevur síðani ment seg støðugt og í dag eru vit gott 34 starvsfólk og arbeiða kring allar Føroyar – og síðan 2007 eisini í Grønlandi.

RTS & MTH

Fyritøkan bleiv við ársbyrjan 2021 partvís seld (80%) til MT Højgaard International, og eru vit í dag ein partur av altjóða lendis arbeiðstøkuni hjá MTH.