NÆRRI NORÐPÓLINUM VERÐUR TAÐ NEYVAN

RTS hevur saman við einum útlendskum felag gjørt eina avtalu við Thule Airbace (US. Airbace). Avtalan inniber at RTS skal standa fyri spreinging og útlegging av gróti,í sambandi við eitt havnarlag sum skal gerast. Ì hesum sambandi, hevur RTS sent fólk og amboð til Thule.

At sleppa at arbeiða fyri US Airforce er ikki bara sum at siga tað, RTS hevur verði gjøgnum eina drúgva góðkenningar mannagongd, fyri at fáa loyvi at arbeiða har.

Arbeiðið væntast at taka uml.  7 mánar, 2 mánar í 2010 og 5 mánar í 2011. RTS sendur uml. 7 mans upp til Thule.

Ferðasambandið til Thule  og umheimin, er ikki sum í Vágum. Tað er ein ruta millum Keypmannahavn og Thule um mánaðin. So tað ræður um ,ikki at vera ov seinur til flogfarið.

Nýggjasta frá Thule er at arbeiði gongur gott.