ARBEIÐSFÓLK TIL RTS
Vit leita eftir arbeiðsfólki til verkætlanir kring Føroyar.
Hevur tú hug at arbeiða í einum mennandi og fjølbroyttum umhvørvi við spennandi avbjóðingum hvønn dag, so er tað tær, vit leita eftir.
Arbeiðsøkini
- Seta kantsteinar
- Leggja rør
- Hegna og laða grótgarðar
- Grótlaðing
- Betongarbeiðið
- Aðrar fyrifallandi uppgávur
Tín vangamynd
- er røkin og álítandi
- er arbeiðsom/-samur
- hevur góð samstarvsevnir
- Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan jørð- og lendisarbeiðið
Vit bjóða
- Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.
- Nútímans útgerð.
- Tú hevur eisini møguleika at menna teg bæði fakliga og persónliga.
- Eitt fjølbrott arbeiðspláss
Løn og setanartreytir
Starvið verður sett skjótast til ber. Lønin og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.
Meira at vita
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Poul Helga Jacobsen, Maskin- & Amboðsleiðslu, á telefon 500 835 ella á telduposti: phj@rts.fo
RTS varð stovnað í 1997. Felagið tekst við størri og smærri jørð- og lendisarbeiði, Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi. Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 30 fólk.