Umlættingar og Rehabiliteringsdepil í Hoyvík

Nýggi umlættingar- og rehabiliteringsdepilin URD er hugsaður sum ein depil, har
mestsum øll umlætting og samdøgursrehabilitering í Heilsu- og umsorganartænastuni
fer fram. Samstundis verður møguligt at flyta verandi umlættingar- og samdøgursrehabiliteringspláss av Lágargarði og Boðanesheiminum,
og sostatt leggja hesi plássini um til føst búpláss.

Depilin varð tikin í nýtslu í mai 2021 og skal hjálpa borgarum at vera heima sum longst. Á Urd eru 27 stutttíðarpláss.

FAKTA

SLAG AV ARBEIÐI

Heildararbeiðstøka

RTS BYGGING hevur bygt og Lofti Arktektar teknað.

ÁNARI
Tórshavanar kommuna
TÍÐARSKEIÐ
2019-21