Førari til dumpara

Førari til dumpara hjá RTS
Vilt tú verða ein týðandi partur av einari spennandi fyritøku í menning?
Tú kemur at arbeiða í eini fyritøku,ið arbeiðir innan bori, spreingi- og lendisarbeiði.
Tú kemur at verða ein týðandi partur einum toymi á 34 starvsfólkum
Tú kemur at koyra ein Scania Lastbil

Starvið
Starvið fevnir um:
At koyra lastbilin og verða til taks á ymsu arbeiðsplássunum kring landið
At røkja lastbilin, m.a. at halda serviceaftalur
Halda bilin reinan og penan
Annað fyrifallandi arbeiði

Tín vangamynd
Vit vænta, at tú:
hevur stóra koyrikortið
Hevur royndir at koyra lastbil
Tú ert nærløgd/nærlagdur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar og virksemið hjá okkum
Setur trygd í hásæti og ert punktlig/ur í mun til kravdar mannagongdir
Ert ábyrgdarfull/ur, ágrýtin og klár/ur at taka eitt eykað tak, um neyðugt

Vit bjóða
Sum bilførari hjá RTS fært tú eitt áhugavert og mennandi starv við fjølbroyttum uppgávum.
Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.
Vit geva tær neyðuga upplæring í mannagongdum, og tað ið starvið annars krevur.

Lønar og setanartreytir
Lønir og setanartreytir eru sambært avtalu. Vit vænta at seta ein bilførara sum skjótast, men bíða fegin eftir tí rætta.
Umsókn
Ert tú áhugað/ur at søkja starvið, ring til Poul Helgi Jacobsen, á tel. +298 500835, ella send teldupost til:
[email protected]