LEIRVÍKARVEGURIN

Tann 08/10-2010 undirskrivaði RTS sáttmálan um Leirvíkarvegin. 30. novembur setti Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, spakan í, og har við er klárt hjá RTS at byrja.

Vegurin er uml. 1800 metrar til longdar og gongur frá verandi vegi omanfyri havnarlagið, um bátahylin úti á støð, yvir á Kráartanga, gjøgnum fjøruna í Kettuvíkini, til íbindingina í tunnilsvegin til Norðoyatunnilin.

Væntandi kemur arbeiði at taka út í móti tveimum árum, og er mett at kosta 40 mill.

Samtakið RTS og JHR standa fyri arbeiðinum.

Arbeiðið var liðugt og handað Landsverk í 2013, sí myndir úr Leirvík her: Leirvíksvegurin