Rør-leggjari
Vilt tú gerast partur av einum framsøknum og fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi? Dámar tær nýggjar avbjóðingar? Og hevur tú evnini til bæði at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum? So er tað kanska tær, vit leita eftir. Á rørdeildini hjá RTS er eitt starv leyst at søkja.
Vit ynskja at
Tú sum rør-leggjari hevur viðkomandi starvsroyndir.
Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva – bæði innanhýsis og uttanhýsis. Vit vænta eisini, at tú ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil.
Í stuttum inniber eitt starv í rørtoyminum
- fjøltáttaðan arbeiðsdag
- ávirkan á egið arbeiði
- fakliga menning
- viðkomandi skeið
Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett 1. mai ella skjótast møguligt. Talan er um eitt fulltíðarstarv.
Løn sambært avtalu.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Dan Syderbø, leiðara á ÚÁF,
á tel. 500 850 ella tpost.: [email protected]
Umsókn skal verða okkum í hendi í seinasta lagi25. apríl 2021