RTS Bygging fer at byggja 22 leiguíbúðir fyri Bústaðir á Heimasta Horni í Tórshavn
Talan er um at byggja 22 íbúðir á einum grundøki á útvið 5.000 fermetrar, sum Bústaðir hevur keypt frá BankNordik. Bygdar verða tvær lonir í tveimum hæddum. Tað verða 10 íbúðir í tí einu lonini, og 12 íbúðir í hinari lonini. Íbúðirnar verða umleið 78 fermetrar til støddar og hava køk/stovu í einum, tvey sovikømur og baðirúm. Hjallur, goymsla og altanur ella terrassa verða til íbúðirnar.
Talan er um heildararbeiðstøku