Grótverja leingjast við 80-90 m
Grótverjan í Oyrunum skal leingjast 80-90 m
Nes kommunu samtykti at taka av lægsta tilboðnum, sum RTS átti, at leingja grótverjuna í Oyrunum áleið 80-90 m. Grótið verður útvegað úr bakkanum norðan fyri Saltsøluna, og nøgdin er uml. 38.000 m3.
Tilboðsgevararnir hava givið tvey tilboð hvør. Tilboð A, sum umfatar arbeiðið at gera grótverjuna í Oyrunum 80-90 m við at spreingja grót úr bakkanum norðan fyri Saltsøluna, og tilboð B, sum umfatar at taka ímóti og leggja grót frá møguligu íbúðarverkætlanini á Regnavegnum. Við tí grótinum, sum er mett til 60.000 m3, ber til at leingja grótverjuna áleið 100 metrar afturat. Tilboð B verður ikki sett í verk, fyrr enn vissa er fingin fyri, um íbúðarverkætlanin á Regnavegnum verður framd.
Arbeiðið byrjar eftir ætlan seinnapartin í august, og tað skal verða liðugt tíðliga komandi vár.