Størsta einstaka útstykkingin hjá Runavíkar Kommunu nakrantíð.
Tá ið borgarstjórin og Svend Lamhauge vegna RTS skrivaðu undir sáttmálan um arbeiðið, hin 9. august 2018 var greitt, at hetta eisini var størsti sáttmálin ið RTS fram til tá hevði verði ein partur av.
Útstykkingin er gjørd samanhangandi í tveimum syftum.
Í hini fyrru eru 39 grundstykkir, og hini seinru 20.
Harumframt eru 7 stykkir niðan undir benið, í ovasta partinum, til hægri byggningar, harvið verður rúm fyri 90-100 búeindum í hesum nýggja partinum av býnum, alt eftir hvussu bygt verður í ovasta partinum.
Gongd er í málinum at røkka eini loysn á hesum seinasta partinum.

FAKTA

SLAG AV ARBEIÐI
ÁNARI
TÍÐARSKEIÐ