Stutt lýsing

Arbeiðið umfatar bygging av nýggjum dagstovni við Gøtugjógv. Talan er um økið omanfyri verandi barnagarð og niðanfyri viðarlundina, á matr. nr. 13e og um nýbygging av dagstovninum Gjáa.

Nýggi dagstovnurin verður uml. 1.300 m2 brutto í tveimum hæddum og kemur at hýsa 4 barnagarðsstovum og 4 vøggustovum, íalt 8 stovur við tilhoyrandi inngongd, vesir, gardrobur, goymslurúm. Frammanfyri bygningin, verður í báðum hæddum útlagt eitt spæliøki.

Dagstovnurin kemur at rúma íalt 112 vøggustovu- og barnagarðsbørnum.

Serstakt snið

Tað eru Ósbjørn Jacobsen Arkitektar Sp/f, sum í 2017 vunnu arkitektakappingina um nýggja dagstovnin. Uppskotið fevnir um bygning í tveimum hæddum, lagdir oman á hvønn annan, við eini forskjóting. Bygningurin er lagdur inn í lendið. Vøggu-stovurnar liggja í ovaru partinum og barnagarðurin í niðara partinum. 

Bygningarnir eru bundnir saman við einum dupulthøgum rúmi, sum gongur frá ovastu enda av bygninginum til niðasta enda. Hetta rúm, ið er miðhøllin og virkisrúm, fær dagsljós inn frá báðum endum og í miðjuni.

Hesin bygningurin ger, at sum minst verður tikið burtur av lendinum, og havin við trøðum omanfyri kemur til sín fulla rætt.

Uttandura millumrúmini millum stovurnar, har vindeygu eru, binda stovurnar saman tvørtur um útipartin á ein hátt, sum skapar opinleika og økir um nýtslumøguleikar og uupplivilsi. Hartil hava stovurnar góðan sólargang tað mesta av degnum.

FAKTA

SLAG AV ARBEIÐI

Erhverv, retail og industri , Jord, kloak og ramning, Offentlig-Privat Partnerskab, Projektering, Råhus, Stål

ÁNARI
Eysturkommuna
TÍÐARSKEIÐ
06. juni 2018 - mai 2022